Húsið er fyri øll børn og øll ung frá 3. flokki til 18 ár. Her kunnu tey spæla teldu, mála, seyma, spæla pool, spæla borðfótbólt, spæla borðtennis, spæla playstation, hyggja í sjónvarp, spæla tónleik, hugna sær við einum góðum drekkamunni, lesa eina góða bók, spæla spøl í spælirúminum, dansa ella okkurt heilt annað.
Vit hava opið allar gerandisdagar. Dagurin er skipaður í tveimum pørtum, har børnini eru inni um dagin, meðan tey ungu sleppa inn um kvøldið.
Vit hava opið soleiðis:
Frá klokkan 14.30 – 18.00 fyri 3. – 7. flokk
Fyri 7. flokk – 18 ár:
Mánadag: 19.30 - 22.30
Týsdag: Stongt
Mikudag: 19.30 - 22.30
Hósdag: 19.30 - 23.00
Fríggjadag: 19.30 - 24.00
Leygardag: 19.00 - 01.00
Lýst verður annars við kostnaði og aldursmarki, tá serlig tiltøk eru á skránni.