Trygd
Børn og ung, ið hava sína dagligu gongd í Húsinum eru bert fevnd av privatari trygging. Tað merkir, at foreldur sjálvi mugu tryggja børnini og tey ungu. Ger barnið skaða á lutir og persónar ella sjálvi koma til skaða, meðan tey eru í Húsinum, so er tað tryggingin hjá foreldrunum, sum má traðka til - Húsið hevur onga trygging, sum kann taka yvir.