Komið við til Mikladals á ungdómsútferð!
"Húsið" skipar fyri spennandi ungdómstúri til Mikladals í vikuskiftinum 18. - 20. nov. 2011.
Farið verður úr Klaksvík fríggjakvøldið 18. nov. kl 18.30 og heimaftur sunnumorgunin 20. nov. kl 10.20 av Syðradali.
Á túrinum verður dentur lagdur á rørslu og gott samanhald, har spøl, sangur og tónleikur seta sín dám á.
Skipað verður fyri kyndlarenning úr Mikladali, ígjøgnum tunnilin til Trøllanesar. Hetta frætta tit nærri um á túrinum.
Vit búgva í fráhaldshúsinum í Mikladali.
Treytin fyri at vit fara er at mininum 20 tekna seg til túrin.
Freistin at tekna seg er mánakvøldið 14. nov. áðrenn kl 22.30.
Kostnaður er 250 kr
Komið við á "Húsferð" !!! ;) :P
Heilsan
Starvsfólkið í "Húsinum".