Í Húsinum hava vit nakrar heilt greiðar reglar at halda okkum til. Hetta er gjørt soleiðis, at pláss er fyri okkum øllum í húsinum.
Umframt almennu reglugerðina hava vit eisini reglar fyri hvørt rúmið sær, og hanga hesar við hurðina til hvørt rúm.
Brot á reglarnar fáa hóskandi avleiðingar, sum í ringasta føri kann vera ein tíðaravmarkað burturvísing (karantena) frá Húsinum.
Almenna reglugerðin:
Vit hava virðing fyri hvør øðrum
Vit eru góð við hvønn annan
Vit hjálpa hvør øðrum
Vit siga okkara meining
Kul orð eru: Hellegens, Dekan, Píka, Sørin, Doohhh…
Vit lata ting hjá øðrum fáa frið
Vit rudda upp eftir okkum og sløkkja ljósið, tá vit fara
Vit roykja ikki
Vit nýta ikki rúsevni
Royking ella nýtsla av rúsevnum í Húsinum geva burturvísing í ein heilan mánaða. Hetta verður gjørt uttan nakað kjak yvirhøvur, tá vit undir ongum umstøðum loyva slíkum!
Umframt hesa reglugerð hava vit eina krukku standandi, sum vit kalla ”Budinga- og Saftkrukkan”. Hon verður tikin í nýtslu, tá onkur bannar ella er ósømiligur í Húsinum.
Hvørt banniorð verður sektað við eini bót áljóðandi 2 krónir.
Harafturat loyva vit heldur ikki, at nakað drekkandi ella etandi verður tikið við á ovaru hæddina í Húsinum.
Finna vit nakað tílíkt á ovaru hæddini, verður hetta uttan ávaring tveitt í ruskspannina.