• Virkishúsið
  • Klaksvíksvegur 57
  • FO-700 Klaksvik
  • Telefon: 458510 / 281810
  • husid@husid.fo

Onnur tiltøk

Nógv tiltøk eru gerandisdegar, sum eisini kann lesast aðrastaðni her á síðuni, men umframt føstu táttirnar hava vit javna onnur tiltøk, so sum konsertir, diskotek, LAN-party, ymisk film marathon, fyrilestrar og mangt annað.
Vanligt er, at tað Húsið skipar fyri minst einari live konsert um mánaðin. Oftast eru hesa konsertinar fríggja ella leygarkvøld. Av teimum bólkum, ið hava vitja Húsið kunnu vit nevna 200, Eivør, Búi Dam, Boys In A Band, The Story Ends, Gurði Hansdóttir, Grandma's Basement og fleiri onnur.
Umframt vanligu starvsfólkini fær Húsið javnan vitjan frá fólki, sum koma aðrastaðni frá.
Vit skipa regluliga fyri skeiðum og fyrilestrum, har felagsnevnarin altíð hevur samband við børn og ung í dag. Hesi tiltøk eru sum oftast væl vitjaði og tykjast tey ungu at vera glað fyri, at okkurt øðrvísi er á skránni viðhvørt.
Vit leggja dent á, at førleikarnir hjá starvsfólkunum ikki skulu avmarka útboðið av tilboðum í Húsinum; tí eru vit glað fyri, at tað altíð ber til at heita á onnur um at rætta okkum eina hjálpandi hond.

Tá onnur tiltøk eru á skránni, verða tey lýst her á síðuni og á facebook síðuni hjá Húsinum.

Stevnan fyri øllum 7.floksnæmingunum í Føroyum endar 24.februar við PállFinnurPáll konsert. Dyrnar í KÍ høllini læta upp kl1930. Tey sum upphita ...
Meðan verkfall er verður Húsið stong.
Komið við til Mikladals á ungdómsútferð! "Húsið" skipar fyri spennandi ungdómstúri til Mikladals í vikuskiftinum 18. - 20. nov. 2011. Farið ...
 Vegna tað góða sólskinsveðrið, fóru vit í dag út at spæla hockey. Lagið á teimum flestu børnunaum var gott hóast tey vóru rikin útum og máttu ...
Starvsfólkið í Húsinum luttekur á ráðstevnu í Tórshavn 19.09. Húsið er tí stongt allan dagin.
Summari fær ein góðan enda í Húsinum ! Í dag 16.august kl 1430 letur Húsið upp eftir summarfrítíðana. Øll frá 3.flokki til 7.flokk eru hjartaliga ...