Gerandisdegar í Húsinum
Húsið er í gerandisdegnum karmur um frítiðarvirksemi hjá børnum frá 3. Flokki til ung upp til 18 ár.
Her kann hin einstaki skapa ein gerandisdag við innihaldi, sum honum líkar. Hin einstaki kann gjøgnum leik og læring menna sínar eginleikar og sosialu førleikar.
Í felagsstovuni leggja vit okkum serstakliga eftir at skapa góðar vanar: At vit møta hvørjum øðrum við opinleika og virðing. Alt fyri at styrkja samanhaldi millum børnini og millum tey ungu.
Somuleiðis virka vit fyri at góðir vanar síggjast aftur í teimum ymsu “holunum” sum rúmast í Húsinum.